[:en]Erla Kongsdóttir – Eitt tøkniligt frambrot sum ferðafólkaskip[:]

[:en]Nýggja Strandfaraskipið \”Erla Kongsdóttir\” er partur av einum heilt nýggjum ættaliði av skjótt gangandi ferjum, ið nýta slóðbrótandi tøkni til at gagnnýta orkuna best møguligt og samstundis minka um bæði útlát og larm.

Altjóða tíðarritið Electric & Hybrid Marine Technology International hevur í sínari oktober-útgávu eina grein um nýggju føroysku tríkiljuna, har ein greining verður gjørd av tøknini umborð á Erlu Kongsdóttir og skipum av hennara slag. Greinin lýsir hvussu tað við slóðbrótandi samanseting av motortøkni, framkomnum byggitilfari, sniðgeving av skrokki, battarískipan, nevtralisering av útláti og aðrari nýmenning, ber til at flyta skiparakstur inn í eina nýggja øld.

– Hetta fer at kollvelta, hvussu vit fara at hugsa um skjótt gangandi ferjur í hesari støddini”, sigur skipsarkitekturin, Ingebjørn Asaheim, frá GS Marine Produktsjón, ið hevur saman við ørum tegna Erlu Kongsdóttir. Millum annað ber til at sigla at kalla ljóðleyst við battaríorku við ongum útláti til dømis í Ramsamsøki tætt at landi, somuleiðis at skifta til diesel-elektriska orku á opnum havi, har ynskiligt er at sigla skjótari, \”Erla Kongsdóttir\” er gjørt til at sigla yvir 20 míl.

Við Erlu Kongsdóttir og hava Føroyar ( Strandfaraskip Landsins) lagt seg á odda innan hetta slagið av ferðafólkaskipum.

Greinin í Electric & Hybrid Marine Technology International kann lesast í leikjuni her. https://www.ukimediaevents.com/publication/d90c86ae/62[:]

Share the Post:

Related Services

20190329 190836 1 e1556027178174 o6sphq6qzjjnqiz3w3ih2jvftfv8kbogsyfcsat7kk

Underwater Services in the Faroe Islands

Underwater Services in the Faroe Islands – Faroe Maritime Services delivers certified underwater inspections, underwater hull cleaning, underwater propeller polishing, underwater welding, underwater cutting, and

Read More »
blue alfa pze57e3qkvjf52745dx4fs8eq2iin9glg1d004f3x0

Reactivation of Vessels After Lay‑Up

Reactivation of Vessels After Lay‑Up Professional Reactivation Solutions for All Vessel Types Faroe Maritime Services provides tailor‑made reactivation solutions for vessels returning to service after

Read More »