Spildurnýggjur sleipibátur skrásettur í FAS

Í dag er Svitzer Tyr, sleipibátur frá svenska reiðarínum Svitzer skrásettur í føroysku altjóða
skipaskrásetingini FAS. Næstu vikurnar fer reiðaríið ætlandi at skráseta 9 skip afturat.

Eigari av Svitzer Tyr, eins og teimum komandi skipunum, er P/f Svitzer Faroe Islands, ið er partur
av stóra danska A. P. Møller – Mærsk samtakinum. Umboð fyri Svitzer vóru við á kunningar-
fundinum, sum FAS skipaði fyri á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn í feb. 2009. Síðani tá
hevur tætt samband verið við reiðaríið, og skal skrásetingin av Svitzer Tyr og teimum komandi
skipunum síggjast sum úrslitið av hesi drúgvu tilgongd