FMS hevur haft 2 starvsfólk á Trygdarskeið

Sambært kunngerð nr. 127  frá 4. september 1995 um trygdarskeið skal arbeiðsgevarin geva limunum í trygdarnevndini, trygdarbólkunum og dagliga leiðaranum av trygdararbeiðinum høvi til at nema sær neyðuga frálæru og vitan um spurningar innan trygd og heilsu.

Endamál við skeiðnum

Endamálið við skeiðnum er at læra tey luttakandi, hvussu tey í royndum og í samstarvi við onnur kunnu fremja eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi á arbeiðslássinum, sambært kunngerð um trygdararbeiði á virkjum.

Hetta merkir millum annað at luttakararnir:

  • eru vitanadi um hvørja uppgávu tey hava á arbeiðsumhvørvisøkinum
  • kunnu leita sær kunnleika í galdandi lógum og reglum
  • ávirka tann einstaka arbeiðsfelagan á ymsan hátt, til at betra hugburðin til frama fyri trygd og heilsu
  • kunnu hava eftirlit við arbreiðsháttum o.ø. og at neyðug vegleiðing verður givin
  • gera uppskot til betring av arbeiðsumhvørvisumstøðum